View this article in English | bilingual

Runda borðið er eygað

ið sær
byrjandi sorgarleikin.
Tú ert í brillum,
skjúrtan er opin,
og
tú sveittar eitt sindur.
Tendrarar, gyltar damur, sukur,
teldur, blýantar, pappír, upptrekkjarar,
tín turkisi, brotni yndiskaffikoppur við randum,
plástur, skalpellir, telefonir,
tundur, pálegg, knívar,
klistriband, fløgur, breyð, skeiðir,
myndir, bøkur, notatir, skitsublokkar fylla
borðplátuna,
men tað er tøgnin millum
teg
og
meg,

er dropin
ið ger, at tað flýtur yvir,
rennur útav,
niður á gólvið,
niður ímillum gólvbrettini,
niður í kjallaran,
út á gøtuna,
inn í bussarnar.
Setrini á stólunum eru skrødd.
Eg siti illa.
Flyti meg aftur og fram,
men eg detti niður ímillum.

Brádliga leggi eg til merkis,
at eg eri horvin.
Eg leiti ræðslusligin
í køkinum,
í kamarinum,
í gongini,
har eg havi livað, andað, elskað, ræðst og
eisini vónað seinastu mánaðirnar
eftir tí,
ið einaferð var eg.
Fleyg eg út gjøgnum lítla vindeygað,
ið altíð stóð
opið,
sum ein lítil grønur fuglur,
eina náttina,
meðan eg svav?
Rann eg oman gjøgnum brúnu, trongu
trappurnar
út í garðin,
út gjøgnum stálportrið
ein friðarligan morgun,
meðan vit drukku sterkt kaffi við mjólk
og flentu?
Svam eg sum ein kvikur fiskur í øllum
ælabogans litum út ígjøgnum rørini í vaskinum
saman við brúna, skitna vatninum,
tá tú tømdi gula plastfatið,
eftir at tú hevði staðið og vaskað upp som so
mangan áður, meðan tú tosaði við meg?
Ella var tað títt viskileður
sum viskaði skitsuna av mær burtur
úr blokkinum hjá tær ein dagin,
tú vart ónøgdur við títt avrik?