View this article in English | bilingual

síðsti søludagur

spyr meg
hvussu gamal eg eri

 

eg svari
at eg eri javngamal
við myrkrið í morgun

 

men í kvøld
verði eg javngamal
við ljósið í morgin
og allar aðrar vørur
ið eru vorðnar ov gamlar